Artemis vitjar Føroya Sjómannadag



Skráin fyri Sjómannadagin byrjar longu mikudagin 18. August við stórari fiskikapping á Kósabrúnni. Eftir fiskikappingina fara børn og vaksin umborð á nøkur sjórænaraskip og so verður stórt vatnkríggj á Vánni.
 
Leygardagurin 21. august er fyltur við kappingum og framsýningum av ymsikum slagið á Stangabrúnni í Klaksvík. Harafturat er nógv virksemi á Vánni og aftur í ár vitjað stóru træseglskipini og føroyskir træbátar á Sjómanna degnum.
 
Stór móttøka fyri Livari
Leygardagin 21. august kl. 13 verður stór móttøka fyri Livar Nysted og Leven Brown sum í við bátinum Artemis Investments, róu úr New York í USA til Falmouth í Ongland.
Livar og Leven koma rógvandi inn eftir Vánni og leggja at bryggju við stóra pallin á Stangabrúnni. Har verður báturin drigin uppá land og Sjómannadagurin heiðrar Livari og Leven. Síðani verður høvið at síggja heimskenda bátin, Atemis Investments, sum verður sýndur fram á bryggjuni saman við Dianu Victoriu, sum Ovi Joensen, sáli, róði úr Føroyum til Keypmannahavnar. Eisini verður Rospiggen II sýndur fram á bryggjuni. Rospiggen II er báturin sum Aina Cederblom í 1933 silgdi úr Svøríki til Føroya og so víðari til Grønlands.
 
Sí annars fyribilsskránna fyri Føroya Sjómannadag TRÝST HER >>
 
Almenna skráin verður í Norðlýsinum, sum verður borið í hvørt hús í Føroyum mikudagin 16. august.