EIK undirskrivað høvuðsstuðuls avtalu við Føroya Sjómannadag

Skráin fyri Sjómannadagarnar, sum byrjað mánadagin er nú dagførd: Klaksvíkar Kommuna og EIK eru høvuðsstuðlar og mikudagin undirskrivaðu Ólavur Jensen, leiðari fyri marknaðardeildina í EIK og Trúgvi Hoydal Poulsen, leiðari fyri deildina hjá EIK í Klaksvík,sáttmála saman við Karl Birgir Isaksen, umboðandi Føroya Sjómannadag.  

DAGFØRD SKRÁ kann síggjast við at trýsta her


Skráin byrjar longu mánadagin:

MÁNADAGIN 17. AUGUST

10.00 - 16.00

Framsýning í deildini hjá EIK.

Krígssavnið sýnir fram myndir av skipum ið vóru atsøkt ella fórust undir seinra heimsbardaga.

14.00 – 18.00

Listaframsýning við Zacharias Heinesen í Gamla Seglhúsinum.

Framsýningin er skipað sum ein søluframsýning við 16 oljumálningaum og 10 vatnlitsmyndum. Ókeypis atgongd og øll eru hjartaliga vælkomin.

19.00

Búskaparliga gongdin hjá útróðrarflotanum

og týdningurin sum útróður hevur samfelagsliga

Fyrilestur við, Bjarna Arnason, stjóra í grannskoðaravirkinum NUMO, í deildini hjá EIK í Klaksvík.