Fiskikapping og vatnkríggj - TILMELDING Í EIK í Klaksvík

Í kvøld kl. 18 byrjar fiskikapping á Kósabrúnni og síðani kl. 19 leggja skip at Kósabrúnni og so verður farið í Vatnkríggj. Brimil er í løtuni upptikin av vaktar uppgávum og verður tí neyvan tøkur til vatnkríggið. Tað stendur tí á at skaffa nóg mikið av bátum og tí heita fyrireikarnir á skipa eigarar í øllum landinum um at seta kós á Klaksvík. Alt ger mun so børnini kunnu fáa eina minniliga løtu.

Bátar sum ætla sær at koma kunnu boða frá á tlf 217014.

TILMELDING, og útgerð, seðlar, posar og vatnballónir er hjá Eik í Klaksvík til kl. 16.

Reglugerð fyri fiskikapping

Fiskikappingin verður fríggjdagin 22. August kl. 18 á Kósabrúnni.
Tað eru børnini sum fiska og foreldur hava bert loyvi til at hjálpa til við at krøkja agn uppá húkin og taka fiska av húkinum.
Til ber at fiska við pilki ella brúka agn - sum fæst frá fyriskiparunum.
Børnini verða deild upp í fýra bólkar: Gentir og dreingir undir skúlaaldur - Gentir og dreingir í skúlaaldri.
Øll fiska í senn.
Tá kappingin er liðug skal fiskurin leggjast í stóra posan og navnið á lutakaranum skrivast á seðil og leggjast í ein lítlan plastikk posa, sum síðani verður lagdur í stóra posan saman við fiskunum. Síðani verður posin lagdur har sum vektarmenn eru og øll fáa sunkist og okkurt søtt aftur við.
Vinnararnir av fiskikappingini verða heiðraðir á stórapalli á sjómannadegnum leygardagin við stóra kaffi  borið sum byrjar kl. 10. Heiðursmerkjahandanin verður umleið kl. 11.

Reglugerð fyri vatnkríggj
Kl. 19, eftir fiskikappingina, leggja SJÓRÆNARA-SKIP at bryggjuni har farið verður umborð.
Børn skulu verða í bjargingarvestum og regnklæðum og helst verða sminka sum sjórænarar.
Siglt inn á Vánna har VATNKRÍGGJ verður millum bátarnar. Øll - bæði børn og vaksin, sum fara umborð á bátarnar kunnu roknað við at gerast dýggj vát og tí er gott at hava heit klæði við sær. Foreldur ella avvarðandi skulu verða saman við børnunum. Tann stóri sjórænara kongurin mælir til, at børnini gera seg út við vatn ballónum, tí vanligar luftballónir kunnu ikki nýtast,- tær bresta ikki eins lætt tá tær verða kastaðar.


KAPTAIN GARDAR VATNKRÍGGJ!
kl. 19:15
Av tí at tað kann gerast heldur rokaligt hjá teimum smæstu børnunum umborð á skipunum verður skipað fyri einum vatnkríggi á landið fyri smærru børnini - á Vestur síðuni niðanfyri frystivirki- Northern Fish Cold Storage. Sí kort
KAPTAIN GARDAR OG STAMPI LUTTAKA. Her ber eisini til at síggja vatnkríggið millum skipini. Spyrji endiliga vegleiðarar sum eru á bryggjuni um tað er nakað sum tit ivast í.