Fiskivinnufundur í Ósáskúlanum

Sjómannadagurin setir í kvøld fokus á fiskatilfeingið við Føroyar – bæði støðuna í dag og útlitini næstu árini. Á fundinum fara Fiskifrøðingar greiða frá nýggjastu stovnsmetingunum, bæði av uppsjóvarfiski og botnfiski. Formaðurin í Fiskidaganevndini bjóðar fiskifrøðini av, eins og Reiðarafelagið er umboðað.

Petur Steingrund, fiskifrøðingur á Havstovuni, greiðir frá støðuni hjá botnfiskastovnunum, nú vit eru á gáttini til eitt nýtt fiskiár. Framløgan byggir á nýggjastu stovnsmetingar og tey tilmæli, sum Havstovan hevur latið landsstýrismanninum.

Jan Arge Jacobsen, fiskifrøðingur á Havstovuni, leggur fram úrslitini av nýggjastu yvirlitstrolingnum eftir uppsjóvarfiski, sum vórðu gjørdar í summar. Út frá nýggjastu tølunum ber eisini til at meta um útlitini fyri makrel-, silda- og svartkjaftastovnin næstu árini.

Dennis Holm, formaður í Fiskidaganevndini, gevur sítt boð uppá, hvussu fiskiskapurin undir Føroyum kann skipast og stovnarnir røkjast. Fiskidaganevndini hevur síðstu árini gjørt umfatandi samrøðukanningar millum fiskimenn, og við hesum í hondini er formaðurin til reiðar at bjóða fiskifrøðini av.

Herálvur Joensen, formaður í Reiðarafelagnum, fekk eina serliga uppgávu í summar. Við 6000 tonsum av føroyskari makrelkvotu í hondini skuldi hann royna at útvega línuflotanum botnfisk undir Íslandi. Á fundinum fer Herálvur Joensen at greiða frá, hvussu tað spældi av.

Petur Steingrund, Jan Arge Jacobsen, Dennis Holm og Herálvur Joensen fara somuleiðis at skifta orð um støðuna í fiskivinnuni og útlitini hjá vinnuni. Fundurin er almennur, og fyrireikararnir rokna við nógvum fólki. Áhoyrararnir hava eisini møguleika at seta panelinum spurningar. Orðstýrari verður Jón Brian Hvidtfeldt.

Fundurin, sum er partur av Sjómannadegnum, verður í Skúlanum við Ósánna í Klaksvík í kvøld klokkan 19.