Føroya Sjómannadagur 2016: Stórur Temadagur um trygd á Sjónum á sjómannadøgunum

Mikudagin 17. August verður skipað fyri áhugaverdurm Temadegi um trygd á sjónum í Sjónám í Klaksvík. Annbjørg á Høvdanum, vinnusálarfrøðingur, hevur gjørt eina umfatandi kanning, sum verður løgd fram og harafturat fara serfrøðingar úr Norra, Íslandi og Danmark at greiða frá og Landsstýrismaðurin í Fiskivinnumálum luttekur eisini. Um kvøldi kl. 19 verður panelfundur.

Fiskivinnan er runt heimin, skírd at vera eitt tað vandamiklasta arbeiðsplássið sum er. Tó, vísir tað seg, at trygdarátøk hava havt jaliga ávirkan í londunum rundan um okkum, og talið av vanlukkum er lækkað nógv. Hóast hettar, so vísir tað seg í londunum rundan um okkum, at fiskivinnan framvegis hevur 25-50 ferðir fleiri deyðsføll enn vinnur á landi.

Í Føroyum hevur okkum vantað tøl, ið siga nakað um, hvussu støðan er hjá okkum í Føroyum. Tessvegna bleiv í 2014 farið i holt við at samla data inn um vanlukkur í føroysku fiskivinnuni. Hettar bleiv gjørt við at fara ígjøgnum allar vanlukkur hjá sjómonnum, sum vóru fráboðaðar til vanlukkutryggingarráðið í tíðarskeiðinum 1972-2014. Hettar arbeiðið tók uml. 4 mánaðir. Hettar tíðarskeiðið vóru 12619 vanlukkufráboðanir, harav 4163 vóru á sjónum, og av hesum vóru 3407 av vanlukkunum frá fiskivinnuni. Manningarfeløgini veittu peningaligan stuðul, so hetta arbeiðið kundi verða gjørt.

Í grannalondum okkara hava tey hagtalsviðgjørt vanlukkutøl, fyri síðani at kunna nýta hesar upplýsingar til at betra um trygdina á sjónum við at gera málrættað trygdarátøk.

Í 2016 játtaði Sjúkrakassagrunnurin, høvuðsøki 1, manningarfeløgunum pening til arbeiði at hagtalsviðgera og greina innsavnaðu tølini, soleiðis at vit eisini kunnu menna trygdina út frá eini skipaðari vitan um okkara egna flota og teimum vanlukkum, vit hava havt í Føroyum.

Út frá úrslitum frá hesum arbeiði koma vit nú at kunna vísa á afturvendandi orsøkir til vanlukkur, vísa á títtleikan av ymisku vanlukkunum innan ymiskar skipabólkar, og vísa á sermerktar vandastøður innan ymisku skipabólkarnar.

Á kunningardegnum koma hesi úrslit at verða løgd fram, umframt at vit fáa vitjan av spennandi fólkum úr Norra, Íslandi og Danmark, sum hava holla vitan innan trygdarmenning á sjónum í teirra heimlondum. Hesa vitan koma tey at deila við okkum, umframt at eitt umboð fyri Føroyar, Ragnar Ludvig, ið hevur arbeitt bæði innan trygd í Norra, í Sjóvinnustýrinum og nú sum stjóri á Sjónámi, eisini kemur at leggja fram.

Landsstýrismaður í fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, endar dagin við at hugleiða um økið.

Kunningardagurin endar kl.15.00, men kl.19.00 byrjar ein sera spennandi panelfundur við umboðum fyri heilsuøki, manningarfeløgini, reiðarafelagið, trygdarmenning og við landsstyrismanninum í fiskivinnumálum. Evni á panelfundinum verður “Trygdar- og heilsu politikkur fyri føroyskar sjómenn anno 2016”.

Í steðginum ímillum framløgurnar og pallborðsfundin verður høvi at fáa rundvísing á Sjónámi, og Fiskiveiðueftirlitið kemur eisini at hava trygdarvenjing uttan fyri Sjónám kl.16.00.

Umframt kaffi og ábit verður møguleiki at fáa ein bita í døgurðasteðginum.

Bæði tiltøkini eru ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin.

Tað er Annbjørg á Høvdanum, vinnusálarfrøðingur, sum hevur gjørt kanningina og sum leggur kanningarúrslitini fram, á Temadegnum, sum byrjar kl. 9:00 á Sjónám í Klaksvík.

Meira um tiltakið í Norðlýsinum, sum verður borið í hvørt hús í landinum mánadagin 15. August.

Skráin fyri Føroya Sjómannadag, verður kunngjørd mikudagin.