Føroya Sjómannadagur: Fíggjarliga útgangsstøðið til nýggja fiskivinnuskipan sera ójavnt hjá vinnuni

Símun Absalonsen, sum starvast hjá grannskoðanarvirkinum NUMO, fer týskvøldið kl. 19:00, at hava fyrilestur í Norðoya Sparikassa í Klaksvík um búskaparligu gongdina hjá útvaldum skipabólkum í føroyska veiðiflotanum og um møguleika teirra í sambandi við eina nýggja fiskivinnuskipan.

Símun sigur við Norðlýsið, at um hugt verður eftir tølum seinastu árini, so síggja vit, at tað er sera ójavnt, hvussu ymsu skipabólkarnir hava klárað seg og eru fyri.

Teir ymsu skipabólkarnir fiska ymisk fiskasløg og á ymiskum leiðum, men eru eisini undir ymiskum fiskivinnuskipanum, og her liggja orsøkirnar til ymsu gongdina hjá skipabólkunum.

Hvussu ymsu skipabólkarnir koma at klára seg framyvir velst um, hvussu nýggja fiskivinnuskipanin kemur at verða, í hvussu er er fíggjarliga útgangsstøðið sera ójavnt.

Hugleitt verður um, hvussu arbeiðssetningurin hjá nevndini, ið skal gera tilmæli til politisku skipanina um nýggja fiskivinnuskipan eftir 2018 kann koma at ávirka veiðiflotan.