Føroya Sjómannadagur: Grindahvalur úr Hvannasundi til Sjómannadagin

Føroya Sjómannadagur fekk ein hval frá Sýslumanninum, seinast grind var í Hvannasundi.

Hann bleiv opaður og alt varð tikið innanúr honum og síðani var hann heilfrystur í einum frystikonteynara.

Nú er hann so lagdur á køl, tí royndirnar vísa at tað er sera leingi at tinað ein heilan grindahval. Spikið isolerar baði móti kulda og hita.

Leygardagin kl. 13.15 fara menn frá Grindamannafelagnum at vísa hvussu hvalir verða skornir upp og frásøgumaður greiður frá baði á føroyskum og enskum.