FØROYA SJÓMANNADAGUR: Læknastríðið í Klaksvík og bandupptøkur

Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur, sigur at longu í 1953 áttu samráðingarnar millum umboð fyri tey sum høvdu undirskrivað adressuna og Føroya Landsstýrið at borið á mál, men ístaðin slitnaðu samráðingarnar og stríði harðnaði. Samstundis sum samráðingar eru í Havn er fólkafundur úti í Grøv og hóskvøldið 21. august kl. 19 fer søgufrøðingurin at spæla brot úr bandupptøkum frá røðum sum vóru hildnar á fólkafundinum.

Eisini eru bandaupptøkur av telefonsamrøðum millum adressu umboðini og ríkisumboði og myndugleikarnar í Havn.