Føroya Sjómannadagur: Stórt kaffiborð leygarmorgunin

Leygarmorgunin kl. 10:30 verður stórt kaffiborð á bryggjuni úti í gomlu Klaksvíkini har borðreitt verður við einum serligum sjómannabolla og vinarbreyði. Kl. 12:30 verður stórt fiskaborð har Føroya Sjómannadagur bjóðar øllum at eta góðan mat úr havinum.

Føroya Sjómannadagur leggur dent á hugna og upplivingar fyri alla familjuna og eftir ein rokaligan fríggjadag við fiskikapping, vatnkríggj, byrjar leygardagurin við hugnaligum kaffiborið á bryggjuni kl. 10.

Sí skrá

LEYGARDAGIN 20. AUGUST

09.00

Føroysku træseglskipini og timbur motor- og útróðrarbátar hittast á Pollinum og seta segl. Stóru útróðrarbátarnir og onnur før sigla aftaná.

10.00

Seglskipini koma á Klaksvík og leggja at bryggju innast í krókinum við langu-kaj. Jóhanna TG 326, Westward Ho, Dragin.

Útróðrarbátar úr Svínoy

Í kjalarvørrunum av sluppunum, koma gomlu útróðrarbátarnir úr Svínoy rógvandi. Teir verða drignir upp á kajuna og standa til framsýning niðan fyri gomlu smiðjuna ”Ídni”.

10.30

Stórt kaffiborð við kaffi, sjómannabolla og vinarbreyð.

10.30

Merkið vundið á stong

Manningin sum hevur longstu leið til Føroya Sjómannadag, gongur í tigandi skrúðgongu við Merkinum millum sín. Tjóðsangurin sungin og Merkið vundið á stong.

10.45

Jógvan Skorheim, borgarstjóri, bjóðar vælkomin.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, setur Føroya Sjómannadag og handar bestu skipum og bátum í Føroyum, heiðursmerki.

11.00 – 18.00

Listaframsýningar.

Lydia Petersen, Maria Mørkøre og Hanus Lind Sørensen sýna fram málningar í stóra tjaldinum.

Edward Fuglø hevur opið atelier í gomlu Sýslumannshúsunum.

11.00 - 17.00

Vardi verkstaðurin á Brekku og virkis- og tilhaldsstaðið Gloym meg ei, sýna fram í kjallaranum hjá Berglon.

11.00 – 17.00

UMBORÐ Á JÓHANNU verða tveir róðursmenn við stýrisvølin, sum eru ílatnir gomul sjóklæðir, hesir greiða frá, hvussu róðursmaðurin stýrir við stýrisvølinum eftir kumpass, greiðir frá um veður og vind, seglføring, - vísir fram gamlan fiskireiðskap sum ongul, stein, fiskisnøri við teini, blýggj lodd, súlu, vaðbein í lúnning, lippukassan o.a. Fólk kunnu eisini sleppa at kasta snøri.

UMBORÐ Á WESTWARD HO verða tveir mans ílatnir føroyska húgvu, skipstroyggju, stivlar/tuflur og vøttir - hjálpa fólki at hála t.d. fokkuna ella mesanin - upp og niður, leggja undir lippuna, halda tørn og seta fast á kuffilnaglan. Síðani at gera fallið upp.

UMBORÐ Á SKÚLASKIPINUM DRAGIN verður Kahúttin rigga um til skúlastovu við øllum tólum og undirvísingartilfari, sum næmingarnir vanliga nýta. Greitt verður frá, hvussu vit ígjøgnum árið nýta skúlaskipið til undirvísing. Eisini ber til at heysa okkurt segl upp og niður.

11.00-18.00

Norðoya Fornminnasavn opið

11.00 – 19:00

Rógving fyri børn og ung á flakum í grunnum hyli á bryggjuni.

12.30 – 16.00

FØROYA ÁTILIGASTA FISKABORÐ

JFK bjóðar Fish & Chips: Fiskurin er fyrstaflokksvøra frá GADUS, og Chips verður framleitt úr nýggjum eplum úr Skotlandi, sum eru serliga væl egnaði til endamálið.

Kokkarnir, Gavin og Craeg, frá matstovuni, Papas Barn í London, sum seinastu árini hava verið støðugt millum topp 10 av bestu Fish&Chips kokkunum í Stórabretlandi, standa fyri matgerðini.

Grillaður laksur frá Bakkafrost

Grillaðir grindabúffar

Fiskasúpan

Tari – Grønmeti úr sjónum

Á sjómannadegnum hevur tú møguleika fyri at sansa smakkin av tara og læra, hvussu lættliga tú kanst brúka grønmeti í sjónum í matgerðini.

Húsarhaldsskúli Føroya saman við TARI við Agnes Mortensen bjóða spennandi smakkiroyndir við tara.

ALT ÓKEYPIS.

Sí SKRÁ HER