Mynd: Ingi Sørensen

FØROYA SJÓMANNADAGUR: Tari – heilsugott og vælsmakkandi

Stúgvandi fult av mineralum, vitaminum og øðrum vælgerandi føðievnum, ger tara til eitt heilsugott ískoyti til kost okkara. Hóast tari veksur væl um okkara leiðir, so verður hann lítið nýttur til matna. Men hetta fer at broytast, vænta fleiri:

----------

Úr skrá FØROYA SJÓMANNADAGUR 23. august:

FØROYSKUR TARI SUM MATVØRA: Samstarv millum Janet Fríðu Johannesen frá Ny Nordisk Mad hjá Nordisk Ministerråd og Føroya Sjómannadag. Ymisk sløg av føroyskum tara verða sýnd fram. Agnes Mols Mortensen, PhD-lesandi og taraserfrøðingur og Ruben M. Busk, Chefkokkur á Hotel Hafnia greiða frá ymiskum tarasløgum og hvussu hesi verða brúkt í matgerð. Eisini verður matgjørt við tara og smakkiroyndir.

----------------------

-Tari ger heilt einfalt mat áhugaverdari,heldur virðismetti kokkurin, Leif Sørensen, ið brúkar tara til munnbitar eins væl og desert og tarasnaps. Og í Vestmanna býr ein maður, sum etur tara dagliga, og als ikki vildi verið hann fyriuttan.

Tari veksur fram við allari sjóvarstrondini. Seigliga toyggja hesar algur seg upp og niður aftur og fram, ímeðan tær súgva til sín havsins sølt og mineralir. Tarin gevur lív og verju til havsins djór, og var einaferð ein ikki heilt ókendur partur av kostinum í Norðurlondum. Men, hóast norðbúgvar hava gróðursetta siðvenju at nýta og liva av øllum tí, náttúran gevur, so eru vit ikki serliga røsk at nýta tara, sum tí ikki eigur nakað natúrligt pláss á døgurðaborðinum.

Heimaframleiðsla í Vestmanna

Smílandi bjóðar Kazuomi Enomoto mær væl komna til Vestmanna, og ikki meira enn innkomin, standi eg við tarablaði í munni. Lystiliga tyggjandi, tí tað er heldur seigt og óvanligt fyri meg at eta. Kazuomi etur dagliga tara, og konan Ninna er eisini eftirhondini væl kunnug við ymisku tararættirnar, sum manninum dámar so væl at borðreiða við. Hann setir fram eina skál við smáum bitum av turrum fiski, har elalítlir bitar av turkaðum brúntara eru stroydd omanyvir saman við snerktum sesamfræi. Síðani letur hann eina teskeið av soyasós og eitt sindur Mirin, sum er eitt slag av søtum japansku rísvíni, omanyvir. Hetta smakkar óføra væl, og tað er forkunnugt at eta turran fisk soleiðis. Kazuomi er japani, og bæði í heimlandinum og øðrum asiatiskum londum, er tari fastur táttur í matgerðini. At flyta mentanina og sameina hana við føroyskan mat, fellur honum tí natúrligt. Síðani sushimentanin eisini hevur fingið fótafestið í Føroyum, kenna tey flestu japanska misosúpan. Hendan verður gjørd við wakame-tara, sum tað veksur ein rúgva av í Føroyum. Íslendingar turka millum annað hendan tara, og selja hann fyri høgan prís í smærri posum sum munnbitar. Kazuomi bjóðar mær at smakka íslendska taran, sum hann hevur keypt.

-Hetta ber væl til at gera í Føroyum, sigur hann. Og tað ger hann eisini. Hann vísir fram vakumpakkan brúntara, sum er heintaður nakað burtur frá bygdini. Taran skolar hann, áðrenn hann verður hongdur at turka á snórinum, í góðum sólarljósi. Ikki í hjalli. Hann hevur royndir at turka ymiskt sløg av tara. Og hugskotini at nýta taran, tróta ikki.

Við tarablaði í munni

Tari hevur í Norðurlondum í stóran mun verið mett sum djóraføði, ella í ússaligasta føri, sum matur fyri fólk í svárastu neyð. Sagt verður at ”tey doyðu við tarablaði í munni”, hvør skal siga, at tey átti ikki fyri matartugguna. Júst hetta neiliga tilknýtið til fátækt og neyð, kann vera ein orsøk til, at vit ikki hava tikið tara til okkum, sum matvøra.

Undantøk eru tó. Eitt nú hava íslendingar varðveitt siðvenjuna at eta søl, ið er reyður tari. Og í Grønlandi er ikki óvanligt at eta veingjatara og sukurtara. Annars verður tari mest nýttur sum hjálpievni í ídnaðarligari matframleiðslu, eitt nú sum lopaevni, gelé. Flyta vit okkum til asiatisku londini, so verður tari hinvegin etin í stórum mongdum. Í Norðurlondum hevur tarin tó sníkt seg inn í ávísan mun saman við væl umtókta sushi.

Tey eru tó alsamt fleiri, sum trúgva uppá, at tari í framtíðini eisini fer at vinna sær sjónligt pláss í norðurlendska køkinum. Eitt er, at tari kann nýtast á alskyns hátt í matgerð. Men, hann kann eisini vera við til at bøta um risastóru avbjóðingina við ovurfiti og skeivum kosti, sum vesturheimurin baksast við.

Tari í matgerð

Tað verður granskað nógv í taraframleiðlsu fleiri staðni í Norðurlondum, eisini í Føroyum. Og fleiri dugnaligir kokkar gera sær royndir, at fáa fram góðu smakki- og matgerðareginleikarnar í tara. Enn eru tey fá, sum dagliga eta tara, men, hetta fer at broytast, heldur kokkaúrmælingurin Leif Sørensen:

- Eg bæði vóni og vænti, at tari fer at gerast vanlig rávøra í føroyskari og norðurlendskari matgerð,sigur Leif Sørensen.

Hann er kendur fyri at grunda matgerð sína á upprunavørur úr nærumhvørvinum. Upphavsstøði hansara er altíð at fara eftir søguni. Og tað leiddi hann til ta mest nærliggjandi og kortini so undirmettu rávøruna, nevniliga tara, ið finst í so nógvum avbjóðandi og eggjandi útgávum.

Leif Sørensen brúkar nú tara nógv í sínari matgerð – bæði professionelt og heima við hús. Hann heintar og turkar sjálvur taran, og hagreiðir hann varisliga, fyri at kanna eginleikarnar og finna møguleikarnar. Júst nú hevur hann sett ein snaps við reiptara at búnast, eitt taraslag, ið minnir um tjúkt hár, ella klænt reip. Hesin tarin gevur ein góðan lakresssmakk, ið egnar seg stak væl til ein serstakan snaps við góðari søgu.

Leif tók einaferð nakað av reiptaranum við til eitt námsskeið í Lofoten, har hann beyð einum kokki úr Korea at smakka.

-Koreanski kokkurin segði seg sjáldan at hava smakkað betri tara enn hendan,greiðir Leif frá.

Og kokkurin mundi vita, hvat hann tosaði um, tí tari er ein ógvuliga sentralur partur at koreanskari matgerð. Stórur partur av norðurlendska taranum veksur í køldum og reinum umhvørvi, sum gevur grundarlag fyri hágóðsku.

Soleiðis nýtir tú tara

Tari er sunnur, men meira avbjóðandi at niðurbróta, samanborið við nógvar av teimum ídnaðarframleiddu matvørunum, vit eta í dag. Tí skal kroppurin venja seg við at eta tara í størri mongdum. Nógvum dámar heldur ikki henda ókenda smakkin, ella at tyggja stór petti við seigum tara. Tí ræður um at nýta eitt sindur av snildni, fyri at fáa taran at gerast ein góður og vælsmakkani partur av máltíðini. Eitt nú við at skera taran í smábitar ella servera hann broysknan, so hann er leskiligur at tyggja.

- Tari er fyri vaksin, nakað tað sama, sum leykur er fyri børn. Síggja tey leykin, so byrja tey beinanvegin at pilka hann burturfrá, so tað ræður um at gera hann minni sjónligan,sigur Leif Sørensen.

- Ein møguleiki er at nýta tara í smooties, so smakkurin verður huldur, men tú fært kortini heilsugóðu eginleikarnar. Tú kanst eisini rista taran varisliga á pannuni saman við sesamfræ, og síðani knúsa tað til pulvur, at stroya omanyvir ymiskar matvørur,greiður royndi kokkurin frá. Hann hevur skjáttuna fulla av góðum hugskotum til, hvussu vit føroyingar kunnu fáa stóran gang av taranum.

Blørutari kann gerast til leskiligir munnbitar bara við at venda hann í olju og steikja eina løtu í ovninum. Ein stoktur kyllingur kann kókast steikisúgv við tara í vatninum fyri at geva smakk. Og til desertir við súrnaðum róma, eru fleiri sløg av tara vælegnaði at nýta sum lopevni (gelé). Tari kann eisini nýtast sum smakkgevandi boulliong, turkaður og skorin í smábitar, sum suppuurt – ella sum urt í salat. Og tarin kann latast í deiggið til gott breyð. Skal tarin nýtast til munnbitar, eigur ein ikki at skola hann, áðrenn hann verður hongdur at turka. Skal tarin hinvegin nýtast til vanliga matgerð, er best at skola hann, annars gerst saltsmakkurin ov ramur.

Tari á la Enomoto

Eisini Kazuomi Enomoto roynir tara á alskyns hátt, og ger pulvur at nýtast sum krydd.

-Tarin kann kókast saman við rísi, hann kann ræsast, eins og japanar gera, og etast sum lystimeti, nýtast til tarasúpan ella brúkast saman við lambskjøti. Møguleikarnir eru óendaligir, heldur Kazuomi, sum eisini hevur upplivað at vera kongaligur leverandørur. Heindrikur krúnprinsur á føroyavitjan ynskti nevniliga at smakka føroyskan tara. Ein kokkur bað tí Kazuomi at koma við turkaðum tara, ið varð borðreiddur saman við feskum toskaflaki. Kazuomi flennir eitt sindur at søguni. Og sjálvur hevur hann ongar ætlanir um at framleiða í størri mongdum til sølu. Tað heldur hann, at yngri kreftir kunnu gera.

- Men møguleikarnir eru heilt vist til staðar, eins og tað eisini eigur at bera til at fáa føroyingar at eta tara,sigur Kazuomi.

Stúgvandi fult av tí góða

Japan, ið eta nógvan tara, eiga eisini heimsins longsta livialdur. At kosturin eigur sín leiklut í hesum, kann meira enn so hugsast.

Í tara eru nógv ymisk mineralir, og ofta er innihaldið fleirfalt tað, sum er í plantum. Í tara eru nógvar trevjur og sera lítið av feitti, sum tó er av tí sunnasta slagnum. Sukrið í tara er manitol ella sorbitol, sum hvørki fitar ella brennir tenninar. Í proteinunum í tara, eru ein røð av sonevndum essentiellum aminosýrum, ið eru byggisteinar, kroppinum tørvar, men ikki sjálvur er førur fyri at framleiða. Samanumtikið ger hetta tara til eina heilsugóða og soltna matvøru.

Handlar mugu selja vøruna

- So hvørt sum uppskriftir koma við tara, so byrja brúkararnir at spyrja eftir vøruni,og tá eftirspurningurin veksur, fara handlarnir vónandi at selja taravørur. Hetta krevur tó eisini at heilsølurnar eru djarvar og bjóða fram ymiskar taravørur,sigur Leif Sørensen avgjørdur. Hann væntar ikki at tað ganga so nógv ár til tarin er vorðin munandi meira vanligur bæði í Føroyum og á okkara leiðum.

So, her er bara at loypa útí, finna nakrar uppskriftir og royna á køksborðinum. Enn er trupult at finna tara í føroysku matvøruhandlunum, men tað gerst alsamt meira vanligt í grannalondunum, har til ber at keypa tara í fleiri serstøkum handlum og á netinum.

Eftir: Bjørt Samuelsen, cand. brom og journalist

Her finnur tú uppskriftir og meira vitan um tara:

”Irish Seaweed Kitcen”; Prannie Rhatigan –www.prannie.com. PR er lækni og hevur skrivað hesa kókibókina við alskyns uppskriftum við tara.

”Tang”, Ole G. Mouritsen –www.tangbog.dk. OGM erdr. scient og professari í lívalisfrøði, og hevur skrivað bókina um tara. Í henni er eitt lítil úrval at uppskriftum.

www.facebook.com/NordiskTang

www.fremtidensmat.no

FAKTABOKS

Tari – vitan og møguleikar

Tari veksur kring allan heim, og leysliga mett verður til matna heystað áleið 15 mio tons av tara árliga. Nógv tað mesta í asiatiskum londum. Í Norðurlondum verða einans 0,01 mio tons tikin til matna, so her liggja stórir møguleikar. Alsamt fleiri matstovur í norðurlondum, og einstakar í Føroyum, hava ymiskar rættir við tara á matarskránni. Norra er tað norðurlandið, sum ger mest burturúr at nýta tara – fyrst og fremst brúnalgur til alginat, sum verður nýtt til ymisk ídnaðarlig endamál. Í Evropa verður tari innfluttur úr Filipinunum, Kili, Tansania, Indonesia, Japan og Kina. Samstundis veksur evropiska framleiðslan av tara. Í norðurspania ala tey reyðu alguna søl, eins og í minni mun í Fraklandi og Portugal. Norðurlondini gera seg til reiðar at spenna seg út. Fleiri fyritøkur eru farnar undir at ala tara, og roynt verður at savna vitanina eitt nú við ráðstevnum, heimasíðum osfre. Eisini Føroyar eru í ávísan mun við.

Norðurlendskt fokus á tara

Nýggjur norðurlendskur matur (Ny Nordisk Mad), sum er verkætlan undir Norðurlendska Ráðharraráðnum, hevur gjørt tara til eitt átaksøki. Framljósini verða sett á nógvu møguleikarnar, ið tarin gevur. Hetta verður millum annað gjørt við at skapa pallar, har dugnaligir kokkar, taraalarar, granskarar, íverksetarar og framleiðarar fáa møguleikar at hittast, at býta vitan og royndir og skapa størri uppmerksemi kring tara til matna. Og við hesum, at læra børn og vaksin at eta tara. Eitt endamál er eisini, at savna og býta meira av vitanini, sum longu finst um heilsugóðu eginleikarnar við tara, men eisini um møguligar vansar við tara. Eitt nú er umráðandi, at tarin verður heintaður í støðum, har sjógvurin er reinur. Nøkur sløg av tara innihalda eisini meira Jod, enn tilmælt, og má hesin tí einans etast í smáum nøgdum. Sambært dr. scient og professara í lívalisfrøði, Ole G. Mouritsen, sum eisini er serfrøðingur í tara, her vandin fyri at eta ov nógvan tara, er nærum ikki til staðar í norðurlondum, ímeðan tað kann vera nógv at vinna fyri heilsuna við at eta meira tara.