Hans á Bakka luttekur á Føroya Sjómannadegi 2015

Nýggi brunnbáturin hjá Bakkafrost “Hans á Bakka” kemur til Klaksvíkar á Sjómannadegnum leygardagin tann 22. august 2015.


Brunnbáturin telist millum heimsins mest framkomnu á sínum øki og kann føra 450 tons av livandi fiski. Skipið hevur nýggjastu tøkni og serliga útgerð at loysa uppgávur sum t.d. avlúsing. Við hesum brunnbátinum økur ein um effektivitetin. Flutnings- og framleiðsluorkan økist og samstundis minkar lívfrøðiligi váðin. Fiskavælferðin, arbeiðsumhvørvið og góðskan á vøruni verður betri.


Brunnbáturin stevnir inn á Klaksvíkina í kjalarvørrinum á Træseglskipunum og leggur at bryggjuni við Bakkafrost Harvest kl. 10:00. Opið er umborð fyri almenninginum millum kl. 11.00 og 16.00.


Umborð bjóðar Bakkafrost brellbitar við føroyskum laksi, ið er ein av heimsins sunnastu og mest vælsmakkandi. Manningin á “Hans á Bakka” greiðir áhugaðum frá skipinum.


Øll eru hjartaliga vælkomin.