Hans Andrias Sølvará og læknastríðið fyri fullum húsum

Høllin í Ósáskúlanum var stúgvandi full av fólki, tá Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur, byrjaði framløgu sína í Ósáskúlanum í kvøld.

Her var lagt fyri við frumframførðslu av bandupptøkum av talunum á fólkafundinum úti í Grøv í 1953. Áhugavert var millum annað at hoyra málið í Fisher Heinesen, Viggo í Lorvík, Jens Christian Simonsen og øðrum aftur. Ein varð ovfarin av góðu ljóðgóskuni og eisini boðaðu upptøkurnar frá, at menninir dugdu at halda talu og spæla sær við orðini.

Norðlýsið tók upp á fundinum og verður fundurin lagdur út á video her seinni.

Fyri Føroya Sjómannadag bjóðaði Karl Birgir Isaksen vælkomin, og tað var eisini hann, ið endaði hetta sera forvitnisliga kvøldið. - Fundirnir, sum Føroya Sjómannadagur hevur skipa fyri í Ósáskúlanum hesar dagarnar, hava verið sera væl vitjaðir. 


Fleiri myndir HER