Ikki fløskupostar í ár

Av praktiskum og trygdar orsøkum vera ikki fløskupostar partur av vatnkrígnum í ár. 


So er klárt at melda til stóru Fiskikappingina og Vatnkrígg, sum Føroya Sjómannadagur skipar fyri fríggjadagin 22. august. Føroya Sjómannadagur ynskir at so mong sum gjørligt melda til, tí neyðugt er hjá okkum at vita hvussu mong luttaka í vatnkrígginum og fiskikappingini.

...................

Aftur í ár skipar Sjómannadagurin fyri væl umtóktu fiskikappingini og vælumtókta vatnkrígginum. Í ár verður alt tiltakið inni á vágni og eingir fløskupostar vera kastaðir.

- Væntandi luttaka øll sløkkiliðini í ár, so tað verður eitt kríggj av eini aðrari verð.

Fríggjakvøldið kl. 19 byrjar Sjómannadagurin fyri børnini, tá fiskikapping verður. Aftaná fiskikappingina fara børnini um borð á Sjórænara-skip at kasta fløskupost og at kríggjast.


Vatnkríggj

Tá ið fiskikappingin er av, fara børnini saman við vaksnum um borð á sjórænaraskipini. Børnini skulu vera í bjargingarvestum og helst eisini sminkað sum sjórænarar.

Umborð á sjórænaraskipunum verður ikki farið longur enn út á vágna. Har  verður vatnkríggj millum bátarnar. - Best er at vera í klæðum, sum kunnu gerast vát, tí luttakararnir kunnu gerast dýggjvátir. Sjórænarakongurin mælir eisini teimum, sum ætla sær í kríggj, at gera seg til reiðar við vatnballónum, ikki luftballónum.


Tilmelding fer fram í EIK-Banka í Klaksvík og er byrjað har børn fáa seðil, plastposar og vatnballónir (avmarkað nøgd)

..........

Reglugerð fyri fiskikapping 

Fiskikappingin verður fríggjdagin 22. August  kl. 18 á Kósabrúnni. 
Tað eru børnini sum fiska og foreldur hava bert loyvi til at hjálpa til við at krøkja agn uppá húkin og taka fiska av húkinum.
Til ber at fiska við pilki ella brúka agn - sum fæst frá fyriskiparunum.
Børnini verða deild upp í fýra bólkar: Gentir og dreingir undir skúlaaldur - Gentir og dreingir í skúlaaldri.
Øll fiska í senn.
Tá kappingin er liðug skal fiskurin leggjast í stóra posan og navnið á lutakaranum skrivast á seðil og leggjast í ein lítlan plastikk posa, sum síðani verður lagdur í stóra posan saman við fiskunum. Síðani verður posin lagdur har sum vektarmenn eru og øll fáa sunkist og okkurt søtt aftur við.
Vinnararnir av fiskikappingini verða heiðraðir á stórapalli á sjómannadegnum leygardagin við stóra morgun matar borið sum byrjar kl. 10. Heiðursmerkjahandanin verður umleið kl. 11.

Reglugerð fyri vatnkríggj 
Kl. 19, eftir fiskikappingina, leggja SJÓRÆNARA-SKIP at bryggjuni har farið verður umborð. 
Børn skulu verða í bjargingarvestum og regnklæðum og helst verða sminka sum sjórænarar.


KAPTAIN GARDAR VATNKRÍGGJ!
Av tí at tað kann gerast heldur rokaligt hjá teimum smæstu børnunum umborð á skipunum verður skipað fyri einum vatnkríggið á landið fyri smærru børnini - á Vestur síðuni niðanfyri frystivirki- Northern Fish Cold Storage. 
KAPTAIN GARDAR OG STAMPI LUTTAKA. Her ber eisini til at síggja vatnkríggið millum skipini. Spyrji endiliga vegleiðarar sum eru á bryggjuni um tað er nakað sum tit ivast í.
Siglt inn á Vánna har VATNKRÍGGJ verður millum bátarnar. Øll - bæði børn og vaksin, sum fara umborð á bátarnar kunnu roknað við at gerast dýggj vát og tí er gott at hava heit klæði við sær. Foreldur ella avvarðandi skulu verða saman við børnunum. Tann stóri sjórænara kongurin mælir til, at børnini gera seg út við vatn ballónum, tí vanligar luftballónir kunnu ikki nýtast,- tær bresta ikki eins lætt tá tær verða kastaðar.
[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=X9REpvAU8uk]