Klaksvík í kríggj - Frumsýndur á Føroya Sjómannadegi

Føroya Sjómannadagur verður í døgunum 15. til 21. august og mánadagin 15. august verður ein serlig filmframsýning av filminum ”Klaksvík í Kríggj”. Eini 15 vitnir til álopini hjá týska Luftwaffen siga frá. Í samband við Sjómannadagin verður serligi films kapping undir heitinum "Havið og vit". Kappast verður um besta stuttfilm og filmar sum kunnu verða hálvan annan tíma. Meira verður at frætta um hetta seinri.


Í samband við Sjómannadagin verður serligi films kapping undir heitinum "Havið og vit". Kappast verður um besta stuttfilm og filmar sum kunnu verða hálvan annan tíma. Meira verður at frætta um hetta seinri.

Filmurin "Klaksvík í kríggj" viðger serliga álopini:

10. oktober 1941. Týskt flogfar gjørdi álop í Klaksvík, bumbaði og skeyt, Fugloy sakk.

11. oktober 1941. Týskt flogfar gjørdi álop í Klaksvík, bumbaði og skeyt. Silva varð bumbað.

26. oktober 1941. Týskt flogfar slepti fýra bumbum niður yvir Klaksvík. Stórur skaði á húsini í Vági.

Tað eru John William Joensen og Ólavur Wolles sum standa fyri framleiðsluni, sum verður liðug til Føroya Sjómannadag.