Magnus Heinason luttekur á Sjómannadegnum

Magnus Heinason kemur til Klaksvíkar leygarmorgunin.


Havstovan rekur rannsóknarskipið "Magnus Heinason". Við skipinum verða gjørdar kanningar, m.a. av havfrøði, æti, yngli, botnfiski, uppsjóarfiski og reiðskapi. Magnus Heinason kemur til Klaksvíkar leygardagin og kemur væntandi at liggja við bryggju tætt við Klaksvíksgarðin, har Sjómannadagurin verður hildin.


Skipið verður opið fyri almenninginum frá kl. 12.00 til kl. 18.00