Nú er Norðoya Sparikassi aftur høvuðsstuðul hjá Føroya Sjómannadegi

Føroya Sjómannadagur og Norðoya Sparikassi hava undirskrivað avtalu, sum merkir at Norðoya Sparikassi verður høvuðsstuðul hjá Føroya Sjómannadegi 2016, sum verður í døgunum 15. til 21. august.

Norðoya Sparikassi var eisini við til at seta á stovn Føroya Sjómannadag, sum høvuðsstuðul tá fyrstu sjómannadagarnir vóru í Klaksvík í 2005 og síðani hevur Norðoya Sparikassi verið ein av mongu góðu stuðlunum hjá Føroya Sjómannadegi.

-Vit fegnast um møguleikan aftur at gerast høvuðsstuðul fyri Føroya Sjómannadag, sum er Føroya størsta familjuátak har vinnan og tey sum starvast á sjónum og í ali-, fiski- og sjóvinnu eru í fokus, sigur Marner Mortensen, stjóri í Norðoya Sparikassa.

-Vit eru sera fegnir um samstarvið við Norðoya Sparikassa, sum umframt Klaksvíkar Kommunu verður høvuðusstuðul fyri Føroya Sjómannadag 2016. Vit hava sett okkum stór mál til ársins sjómannadag og serliga verður nógv gjørt burtur úr serligu fiska bufféini. Skráin fyri Sjómannadagarnar verður kunngjørd seinri, sigur Karl Birgir Isaksen frá Føroya Sjómannadag.