Rani gevur Arna topp karakter

Rani Nolsøe var sera væl nøgdur við fyrilesturin, sum Arni Vatnhamar helt í Klaksvík í gjár.


Skúlin við Ósánna var nærmast ov lítil, tá Arni Vatnhamar týskvøldið helt fyrilestur um sína ferð uppá Mount Everest. Rani Nolsøe, sum sjálvur gongur nógv í fjøllum, var ein av áhoyrarunum og han gevur fyrilestrinum topp karakter.

- Hetta var ein óvanliga áhugaverdur fyrilestur, sum dekkaði eina óvanliga hending. Hagtølini siga, at tað eigur ikki at bera til, at ein føroyingur fer uppá Mount Everest. Eitt annað er, at hendan ferðin hjá Arna útviklaði seg til at blíva so dramtatisk. Arni dugdi so fantastiska væl at greiða frá uppá ein ódramatiskan máta. Hetta var ikki ein fyrilestur, men ein ferð, har Arni tosaði í tríggjar tímar. Og tú hoyrdi ikki eina ond millum mongu áhoyrararnar. Tað sigur nokk, sigur Rani Nosløe.


- M.a. segði Arni millum linjurnar, at hann burdi vent við, men at hann ikki var førur fyri at taka eina avgerð og at hann var ov nær toppinum, og tí ikki vendi við. Hann manglar eisini neyðuga heilivágin og rennir seg annars í nógvar trupulleikar. Og so er tað ferðin oman av toppinum, har vandin er størst fyri at doyggja. Lunguni virkaðu ikki, men alíkaval bardi hann seg allan vegin gjøgnum hetta. Og at síggja Merkið uppi á heimsins hægsta fjalli, tað er næstan ov cool, sigur Rani Nolsøe, sum viðmælir øllum at fara til fyrilesturin/ferðina hjá Arna.