Tær fýra standmyndirnar Føroya Sjómannadagur hevur reist í Klaksvík og í Mikladali

Sjómannadagurin ein gestus frá vinnulívinum

10. Sjómannadagurin er longu farin av barkastokki í hesi vikuni. Nógv er broytt, síðani fyrsta Sjómannadag í 2005, tí vit, sum fyrireika Føroya Sjómannadag hava roynt at broytt dagin nakað á hvørjum ári, hóast høvuðsleisturin hevur verið hin sami.

Ein fastur táttur er at Dragin hevur bjóða sluppum og øðrum træseglskipum at vitjað á Sjómannadegnum og tað hevur sett ein heilt serligan dám á dagin at børn okkara kunnu síggja og upplivað søguna sum er grundarsteinur undir dagsins samfelag.

Í ár verður stór broyting við tað at vit í ár eru fluttir frá Stongunum yvir um Vánna í Klaksvíksgarðin. Vit hava ofta tosað um at gjørt hesa royndina og tí eru vit sera spentir hvussu hetta ferð at eydnast okkum.

Til allar kappingarnar á Føroya Sjómannadegi eru stórir vinningar so sum; talitíðarkort, fartelefon, I-pad, sjónvarp, uttanlandaferðir, vikuskiftir á Hotell o.a. - Samlaða virði av vinningunum liggja væl omanfyri 150.000 kr.

Eitt sum ger Føroya Sjómannadag til nakað serligt er at vit hava hildið fast uppá, at øll tiltøk á Føroya Sjómannadegi skulu vera ókeypis, bæði fyri vaksin og børn. Hetta skal vera ein familjudagur har vit steðga upp í meldrinum eitt bil, og hugna okkum saman við børnum okkara.

Men tað er ikki bara at siga tað, at seta eitt so stórt ókeypis tiltak upp á beinini, tí peningalig orka krevst.

Tað er her at føroyska vinnulívið við Klaksvíkar Kommunu og Eik Banka á odda, sum eigur stórt rós uppiborið, fyri at hava stuðlað Føroya Sjómannadegi so dyggiliga á hvørjum ári, at tað hevur borið til hjá fyrireikarunum at loyst tiltakið úr leisti nú tíggju ár á rað.

Nú skal skráin ikki rekjast upp her á hesum teigi, tí hana kunnu fólk síggja á øðrum stað í blaðnum. Men leggið til merkist leygardagin verður eitt stórt sjálvtøkuborð við alskyns fiskarættum fiskað og framleitt av føroyskum hondum. Matgjørt verður til 3.000 fólk og hetta er einki minni enn eitt ódnartak. Á odda fyri hesum serliga átakið standa Edvard Olsen, Árni Muller og Pól Huus Sólstein og til at hjálpa teimum er ein røð av øðrum góðum fólki. Alt er ókeypis fyri tey sum vitjað ársins sjómannadag og tað hevur ikki staðið á at fingið ráðvørur o.a. frá virkjum, skipum, handlum o.ø.

Høvuðsstuðlar enn einaferð eru Klaksvíkar Kommuna og Eik og afturat teimum hava vit eina røð av størri og minni stuðlum sum fram til Sjómannadagin, leygardagin 23. august, fáa navn sítt prenta áwww.sjomannadagur.fo

Havið kring um okkum er livibreyð okkara, tí er umráðandi at vit fara væl um tilfeingið líka frá tí vit á fyrsta sinni taka ráevnið og til tað verður etið. Alt úr sjónum er gott, men treytin er at vit fara væl um.

Føroya Sjómannadagur vil við hesum takka øllum stuðlum sum hava gjørt tað møguligt at vit enn einaferð kunnu bjóða øllum til ein familjudag í Klaksvík har alt er ókeypis.

Føroya Sjómannadagur