Skipalistakvissin aftur hesaferð

Eins og undanfarin ár verður Skipalistakvissin aftur hesaferð ein hugnaligur partur av Sjómannadegnum.

Tað verður Ernst Olsen, sum fer at standa fyri innleiðandi spurnarkappingini, meðan Gunnar Nolsøe verður vertur í finaluni.

Tey ið luttaka í innleiðandi kappingini skulu svara skrivliga, og tað er ikki neyðugt at melda til kappingina frammanundan, sigur Ernst Olsen, fyriskipari. Sjálv finalan gongur fyri seg á pallinum.

Øll kunnu luttaka í skipalistakvissini og vinnararnir (sum verða tveir) fáa hvør sítt gávubræv frá Atlantic Airways á 2.000 krónur.