Skráin fyri Føroya Sjómannadag 2015

Stór fiskabuffe, Træseglskip, kappróður, vatnkríggj, kappingar, fyrilestrar, kjakfundir, útferðir og ikki minst  undirhald í heimsklassa við Pipar&Salt o.a.m....  Skráin fyri Føroya Sjómannadag 2015 er merkt av at 70 ár eru liðin síðan Seinri Heimsbardagi endaði har Føroyar mistu umleið halvtriðahundrað sjómenn av krígsávum. Skráin er sera fjøltátta og drúgv og byrjar mánadagin 17. August og endar sunnudagin 23. august. Skráin verður leypandi dagførd fram til Sjómannadagin. Her kann skráin fyri Føroya Sjómannadag síggjast.


Føroya SJÓMANNADAGUR 2005 – 2015:

Vit minnast og hyggja framá


Skráin fyri Føroya Sjómannadag 2015 er merkt av at 70 ár eru liðin síðan Seinri Heimsbardagi endaði har Føroyar mistu umleið halvtriðahundrað sjómenn av krígsávum. Skráin er sera fjøltátta og drúgv og byrjar mánadagin 17. August og endar sunnudagin 23. august.


……..


Næstan hálvtriðhundrað føroyskir sjómenn fórust stríðsárini 1939 - 1945

(Brot úr bókini Víkingasynir:)

Í árunum 1940-45 gjørdu føroysk skip 2.354 ferðir til Bretlands við ísfiski; hesin fiskur vigaði 151.973 tons, og bruttoinntøkan var 88.528.99 £ ella um 198.300.000 kr.

Vandasiglingin í krígsárunum gav landinum góðar inntøkur.

Mangur fiskimaður, sum fyrr kendi seg nívdan av skuld, fekk goldið hana; í krígsárunum gjørdist hann ein fríur maður. Næsta takið var at geva húsunum tiltrongda ábót bæði uttan og innan; eisini hesum viðvíkjandi varð nógv gjørt.

Í sjómansskapi vóru krígsárini ein afturgongdartíð; tí eingin skipsmaður var settur við øll hesi árini.

Dreingirnir sluppu ikki við; at hesum borði bar eisini tað, at skipini ofta vóru leigað út til fólk, sum annars lítið og einki høvdu við fiskidrift at gera. Tann samkenslan, sum mangan hevur verið millum reiðaran og skipsfólkið, millum reiðaran og tey, sum høvdu síni við skipi hansara, viknaði.

Mest hugstoytandi var tó missurin av nógvum fólki og stórum skipatali. Eftir sótu nógvar ungar einkjur og 239 faðirleys børn eftir teir, ið fórust av krígsávum, og 60 eftir teir, ið fórust av óhappum.


…………………



FØROYA SJÓMANNADAGUR

www.sjomannadagur.fo


Høvuðsstuðlar:

Klaksvíkar Kommuna

EIK

ØLL TILTØK Á FØROYA SJÓMANNADEGI ERU ÓKEYPIS!


Skráin kann síggjast HER