Søguligu træseglskipini seta dám á Sjómannadagin

Føroya Sjómannadagur ger nógv burturúr føroysku træseglskipunum á Sjómannadegnum 2015 samstundis sum Merkið verður meira eyðsýnt á Sjómannadegnum. Foreldur við børnum sum ynskja at verða við umborð tá sluppirnar koma inn eftir vánni kunnu melda til í deildini hjá EIK í Klaksvík


Leygarmorgunin kl. 09.00 hittast føroysku træseglskipini og timbur motor- og útróðrarbátar á Pollinum, har teir seta segl. Stóru útróðrarbátarnir og onnur før sigla aftaná. (Foreldur við børnum sum ynskja at verða við umborð tá sluppirnar koma inn eftir vánni kunnu melda til í deildini hjá EIK í Klaksvík. Tey verða avheintaði av Ziska/Sildberanum kl. 08:30 á langu-kaj). Seglskipini koma á Klaksvík og leggja at bryggju innast í krókinum við langu-kaj. Teir sum luttaka vera m.a. Jóhanna TG 326, Westward Ho, Norðlýsið, Dragin og Torshavn.


Tá skipini eru komin at bryggju fara tey at gera klárt at taka ímóti gestum og frá kl. 11 til kl. 17 er opið fyri almenninginum.

UMBORÐ Á JÓHANNU verða tveir róðursmenn við stýrisvølin, sum eru ílatnir gomul sjóklæðir, hesir greiða frá, hvussu róðursmaðurin stýrir við stýrisvølinum eftir kumpass, greiðir frá um veður og vind, seglføringina, - vísir fram gamlan fiskireiðskap sum ongul, stein, fiskisnøri við teini, blýggjlodd, súlu, vaðbein í lúnning, lippukassan o.a. Fólk kunnu eisini sleppa at kasta snøri.

UMBORÐ Á WESTWARD HO verða tveir mans ílatnir føroyska húgvu, skipstroyggju, stivlar/tuflur og vøttir - hjálpa fólki at hála t.d. fokkuna ella mesanin - upp og niður, leggja undir lippuna, halda tørn og seta fast á kuffilnaglan. Síðani at gera fallið upp.

UMBORÐ Á SKÚLASKIPINUM DRAGANUM verður Kahúttin rigga um til skúlastovu við øllum tólum og undirvísingartilfari, sum næmingarnir vanliga nýta. Greitt verður frá, hvussu vit ígjøgnum árið nýta skúlaskipið til undirvísing. Eisini ber til at heysa okkurt segl upp og niður.


Kl. 10.30 verður Merkið vundið á stong. Manningin, sum hevur longstu leið til Føroya Sjómannadag, er í ár manningin á íslendska deksbátinum HÚNI II, og hon gongur í tigandi skrúðgongu við Merkinum millum sín. Undir leiðslu av Klaksvíkar Hornorkestri verður tjóðsangurin sungin og Merkið vundið í húnar hátt.