Tilmelding til fiskikapping og vatnkríggj í Norðoya Sparikassa

Fríggjadagin 19. august verður fiskikapping og stórt vatnkríggj á Vánni. Tilmelding er í Norðoyasparikassa frí í dag og til fríggjadagin kl. 15. Tey sum melda til fáa eina vatn-sproytu (avmarkað nøgd) í deildini hjá Norðoya Sparikassa í Klaksvík.

Reglugerð fyri fiskikapping

Fiskikappingin byrjar fríggjakvøldið kl. 18 á Kósabrúnni.

Øll skullu verða í bjargingarvesti. Luttakarar hava tráðu við og fáa agn frá fyriskiparunum á Kósabrúnni.

Tá kappingar leiðarin sigur frá skal alt tað sum er fiskað áðrenn kapping byrjar, blakast á sjógv, so eingin fiskur er á bryggjuni tá kappingin byrjar.

Á bryggjuni fáa øll ein stóran beriposa at koyra fiskin í og ein lítlan plastikposa og ein pappírseðil. Navn og fartelefon nummar á luttakaranum skal skrivast á pappírslepan, sum síðani verður lagdur í tann lítla plastikposan. Hesin verður síðani lagdur í stóra beriposan saman við fiskinum.

Tá kappingin er liðug verða allir beriposarnir við fiski lagdur har vektarmaðurin stendur.

Vinnarar fáa síðani boð umvegis fartelefonina, og fáa samstundis at vita hvat klokkan heiðursmerkini verða handaði leygarmorgunin á Sjómannadegnum.

Reglugerð fyri Vatnkríggj

Eftir fiskikappingina leggja bátar og skip at Kósabrúnni kl. 19.

Øll skulu verða í bjargingarvestum. Børn sleppa einans umborð á skipini um tey eru í fylgi við foreldurum ella avvarandi.

Øll sum fara umborð á bátarnar kunnu roknast við at gerast dýggj vát og eiga tí at verða í heitum klæðum. Tað kann verða leingi at bíðja til komið verður at landið aftur, um ein gerst vátur.

Tað er ikki loyvt at kasta vatnballónir á sjógvin.

Vatnkríggj fyri smærri børn:

Á bryggjuni á vestursíðuni er vatnkríggj fyri smærri børn. Kaptain Gardar leiður vatnkríggið og krógvar seg inni í eini borg á bryggjuni.