Útróðrarbátarnir í Klaksvík klára seg betur enn línuskip í miðal

Bjarni Arnason, stjóri í grannskoðaravirkinum NUMO fer mánakvøldi kl. 19, at hava fyrilestur í EIK í Klaksvík um búskaparligu gongdina hjá útróðrarflotanum í Klaksvík samanborið við gongdina hjá línuskipum.

Bjarni Arnason sigur við Norðlýsið at um hugt verður eftir tølum seinastu 10 árini og vit samanbera útróðrarflotan í Klaksvík við línuskip í miðal hevur tað hilnast betur hjá útróðrarbátunum í Klaksvík enn hjá øllum línuskipum í landinum í miðal.

Útróðrarflotin fiskar næstan helvtina av dýru fiskasløgunum, toskur og hýsa, og tað vísir seg at verðalættast hjá privatpersónum og nýggjum aktørum at koma inn í fiskivinnuna gjøgnum júst útróðrarflotan. Útróðrarflotin megna eisini at landa fisk við sera høgari góðsku og kann tí verða við til at branda okkum sum fiskivinnutjóð. Útróðrarflotin er eisini við til at spjaða virksemið kring landið og hevur tí sera stóran samfelagsligan týdning.

Eisini fer Bjarni Arnason at greiða frá hvussu fiskivinnan kundi verið skipað, soleiðis at virðisøkingin gerst optimal fyri føroyska samfelagið.

Fyrilesturin er mánakvøldið kl. 19 í deildini hjá EIK í Klaksvík.