Viðtøkur
fyri
Føroya Sjómannadag
§ 1
Stovnurin
Føroya Sjómannadagur er sjálvsognarstovnur við heimstaði og høvuðssæti í Klaksvík.
§ 2
Endamál
Endamál er at at nøra og varðveita áhugan fyri fiskivinnuni á sjógvi og á landi, og at kveikja áhuga
fyri tí ið hevur við sjógvin at gera. Hetta verður gjørt uppá ein hugnaligan, gevandi og rúsfríðan
hátt, so at familjur og fólk í øllum aldursbólkum kunnu njóta gleði av hesum tiltaki.
§ 3
Aðalfundur
Aðalfundurin verður á hvørjum ári í mars mánaði. Aðalfundurin skal verða fráboðaður nevndini 14
dagar frammanundan
Um 1/3 av nevndini biður um tað, kann kallast saman til eykaaðalfundar. Eykaaðalfundurin skal
verða fráboðaður á sama hátt sum aðalfundurin.
Á aðalfundinum skal henda skrá vera:
1) Velja orðstýrara.
2) Frágreiðing frá formanninum fyri farna árið.
3) Kassameistarin leggur fram grannskoðaðan roknskap.
4) Nevndarval.
5) Val av grannskoðara
6) Eftirmeting og innkomin mál
7) Ymist
Fundarstjórin ger av í øllum ivaspurningum á fundinum. Hann kann vera nevndarlimur.
Atkvøðugreiðsla fer fram skrivliga, um ikki aðalfundurin góðkennir annan atkvøðuhátt. Atkvøðast
kann sambært fulltrú. Fundarstjórin ger av gildi hennara.
§ 4
Nevnd
Evsta vald Føroya Sjómannadagur er nevndin fyri stovnin, sum telur 10 limir.
Fyrsta nevndin verður vald av fyrireikingarnevndini av Føroya Sjómannadag í 2008.
Nevndarlimir verða valdir, og standa 3, 3 og 4 fyri vali 3. hvørt ár.
§ 5
Skipan av nevnd
Nevndin skipar seg sjálv við formanni/ kassameistara, næstformanni, skrivara.
Starvið sum limur í nevndini er ólønt.
§ 6
Tekning
Samlaða nevndin bindur stovnin í sambandi við keypssáttmálar, ognarskjøl, skuldarbrøv og onnur
bindandi skjøl.
Í øðrum førum verður stovnurin bundin av undirskrift hjá av 2 limum í nevndini í felag.
§ 7
Heftilsi
Stovnurin heftir bert fyri skyldum sínum við teimum til eina og hvørja tíð verandi ognum, sum
hoyra stovninum til.Nevndarlimir hefta ikki persónliga fyri stovnsins skyldum.
§ 8
Roknskapur
Roknskaparár stovnsins er álmanakkaárið. Fyrsta roknskaparár er frá stovnan stovnsins og til 31
desember 2008.
Roknskapurin hjá Føroya Sjómannadagur verður á hvørjum ári kannaður av góðkendum
grannskoðara, sum nevndin velur fyri eitt ár í senn.
Grannskoðarin kann ikki vera limur í nevndini.
§ 9
Upploysn
Føroya Sjómannadagur kann verða upployst, um minst 7 nevndarlimir atkvøða fyri tí.
Verður stovnurin upploystur, skulu ognir stovnsins verða lætnar Einkjugrunninum.
§ 10
Broytingar
Viðtøkurnar kunnu einans verða broyttar, um minst 7 nevndarlimir eru fyri tí.
Soleiðis góðtikin av nevndini fyri Føroya Sjómannadagur á fundi
20. nov 2009
_________________ _________________ _________________
Oliver Joensen Niclas Heri Jákupsson Magnus P. Joensen
_________________ _________________ _________________
John William Joensen Ólavur Ó. Poulsen Eyðstein Ó. Poulsen
_________________ _________________ ________________
Jakup Eydnugarð Karl Birgir Isaksen Finn Baldvinsson
_________________
Hjaltur Ó. Poulsen